Uttanlands

Náttúrueldar kravt fleiri enn 30 mannalív í USA

Stórir náttúrueldar herja í løtuni í statunum Oregon, Kalifornia og Washington

Ein barnaskúli í Berry Creek í statinum Kalifornia brendur í grund (Mynd: EPA)

Ein barnaskúli í Berry Creek í statinum Kalifornia brendur í grund (Mynd: EPA)

2020-09-13 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttúrueldarnir, ið herja á amerikonsku vesturstrondini í hesum døgum, hava higartil kravt fleiri enn 30 mannalív, siga lokalu myndugleikarnir.

Seinastu tríggjar vikurnar hava náttúrueldar herjað í statunum Oregon, Kalifornia og Washington, og hava teir tilsamans niðurbrent eitt øki á fleiri mia. m2 og oyðilagt túsundatals heim. Orsakað av hesum, hava tíggjutúsundatals fólk verið noydd av flýggja úr heimi sínum, skrivar BBC.

Í Oregon stríðast sløkkiliðsfólk við at fáa tamarhald á 16 stórum eldum, og fleiri enn 40.000 fólk eru biðin um at rýma úr heiminum.

Higartil eru í minsta lagi 10 fólk deyð í statinum, men myndugleikar stúra fyri, at endaliga deyðstalið kann gerast nógv hægri.

Ein av eldunum, ið verður nevndur Almeda eldurin, verður nú kannaður sum eldásetan.

Í Kalifornia hava eldarnir kravt í minsta lagi 22 mannalív síðan 15. august, og tiggjutúsundatals fólk eru biðin um at flýggja.

Nærum 15.000 sløkkiliðsfólk royna framvegis at fáa tamarhald á 28 stórum eldum.

Talið á eldum, sum sløkkiliðsfólkini stríðast við í Washington er 15. Ein eitt ára gamal drongur lat lív mikudagin, og foreldur hansara fingu álvarsligan skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder