Uttanlands

Náttúrueldar og hitabylgja herja í Avstralia

Ógvusligur hiti orsøk til at fleiri túsund fólk mugu flyta burtur í landslutinum Victoria

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-12-30 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri túsund borgarar og ferðandi eru flutt burtur úr einum stórum øki í avstralska landslutinum Victoria orsaka av serligum eldsvanda.

Reuters tíðindastovan skrivar, at hitin liggur oman fyri 40 stig í dag, og nógvi vindurin, sum herjar, kann verða orsøk til at fleiri stórir náttúrueldar, fara at breiða seg í dag.

Hetta hevur fingið tilbúgvingarmyndugleikarnar á staðnum til at heita á 30.000 ferðafólk um at fara úr East Gippsland, sum er eitt øki nærhendis Melbourne.

Stórur vandi er fyri, at ein týðandi motorvegur gjøgnum landslutin verður stongdur í dag orsaka av eldinum.

Ein eldur í East Gippsland er so umfatandi, at hann hevur ávirkað veðurlagið í økinum við snarljósum, sum hava verið orsøk til at eldurin breiðir seg enn meira, skrivar veðurstovan í Victoria.

Myndugleikarnir høvdu eina inniliga áheitan á fólk um at rýma úr økinum innan klokkan níggju í morgun lokala tíð, tað var um tíggjutíðina í gjárkvøldið okkara tíð.

- Um fólk ikki eru farin úr økinum innan klokkan níggju, er vandi fyri, at tey ikki sleppa burtur, segði ein ovasti fyri tilbúgvingina við miðlar.

Dagurin í dag verður ógvusligur í fleiri avstralskum landslutum. Eitt nú á Tasmania, har eldsvandin er stórur orsaka av hitabylgju og nógvum vindi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder