Innanlands

Náttúrukent spælipláss í Gundadali 1. juli

2450 fermetrar eru settir av til nýtt alment spælipláss omanfyri tennisvøllin

2022-04-04 18:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá spæliplássið við Miðstovnin varð niðurlagt í 2018, varð lovað, at nýtt spælipláss skuldi gerast í nærumhvørvinum í Gundadali. Tá varð víst til økið omanfyri tennisvøllin í Gundadali, ið er partur av matr. 1268a, sum er kommunal ogn.

Talan er um slakar 2450 fermetrar, sum eru settir av til eitt nýtt alment spælipláss á staðnum.

Arbeitt hevur verið við spæliplássverkætlanini saman við foreldrabólkinum í Gundadali og Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini um ymisk ynski í mun til at menna økið sum eitt alment spælipláss við fjølbroyttum rørslutilboðum.

Ætlanin er at skapa eitt kveikjandi umhvørvi her, ið fyrst og fremst býður fólki at nýta tað sum eina gonguleið ígjøgnum økið. Harafturat skal økið skipast sum eitt náttúrukent spælipláss, ið leggur áherðslu á grøna náttúrudámin í økinum. Í sniðgávutilgongdini hevur hetta verið leiðbeinandi fyri, hvussu spæliplássið skal innrættast, og hvør reiðskapur verður nýttur.

Til dømis verður lendið í sær sjálvum nýtt sum ein aktivur partur av spæliplássinum við natúrligum klatrigróti á staðnum, grashøvdum og gróðurseting. Umframt hetta verður reiðskapurin, útbúnaðurin og fallundirlagið á spæliplássinum í so stóran mun sum gjørligt úr natúrligum tilfari.

[object Object]

Í løtuni verður royndargrevstur gjørdur á økinum, og eftir ætlan verður farið undir at seta spæliplássið upp í næstum.

P/F Innspark hevur vunnið útboðið av arbeiðstøkuni, og sambært avtaluni við arbeiðstakaran, verður arbeiðið liðugt og avhandað 1. juli 2022.

Tórshavnar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder