Fongslaði russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, fær viðurkendu Sakharov-virðislønina í ár. Tað boðaði EPP tingbólkurin í Europa-tinginum frá í gjár.
Navalnyj er ein av harðastu kritikarunum hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin. Síðan januar hevur hann sitið fongslaður, eftir at hann vendi heimaftur til Russlands úr Týsklandi. Her var hann í viðgerð í fleiri mánaðir fyri eitt eitursálop móti honum, sum hann sigur Kreml standa aftanfyri – nakað, ið forsetin hevur víst aftur.
Sakharov-virðislønin er ein høgt vird mannarættindavirðisløn, sum viðurkennir andstøðingar og politiskar frávíkjarar. Virðislønin er á 50.000 evrur.
Virðislønin hevur navn eftir sovjetrussiska andstøðingin, vísundamannin og Nobel-heiðurslønarvinnaran, Andrej Sakharov.
Í fjør var tað andstøðurørslan í Hvítarusslandi, sum fekk heiðurslønina, sum fyrr eisini er latin saudiarabiska blokkaranum, Raif Badawi og pakistansku Malala Yousafzai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald