placeholder
Uttanlands

Navalnyj frá sjúkrasongini: - Eg dragi andan sjálvur nú

Ætlar sær aftur til Russlands so skjótt hann er komin fyri seg

(Mynd: instagram / EPA)

(Mynd: instagram / EPA)

2020-09-17 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj boðar nú sjálvur frá, at hann hevur tað gott. Úr sjúkrasongini á Charité-sjúkrahúsinum í Berlin, hevur hann lagt eina mynd út á sín Instagram-vanga saman við konu síni og børnunum.

Sambært New York Times hevur Navalnyj longu boðað frá, at hann fer at venda aftur til Russlands so skjótt, sum hann er komin fyri seg.

Tað var um miðjan august í ár, at russiski andstøðuleiðarin, eftir øllum at døma, varð eitraður við nervaeitrinum novitjok á eini flogferð. Hann var á veg heim til Moskva eftir eina rundferð í Sibiria har hann hitti valevni, sum hann stuðlar til lokalvalið.

Hann varð innlagdur á sjúkrahús í býnum Omsk, men varð seinni fluttur við sjúkraflogfari til Charité-sjúkrahúsið í týska høvuðsstaðnum, Berlin.

Bæði týskar, svenskar og franskar royndir hava seinni váttað, at Navalnyj varð eitraður við einum nervaeitri. Í Russlandi harafturímóti hava tey ikki funnið spor av nervaeitri, men siga seg vera sinnað til at gera nærri kanningar, men tørva hjálp frá týsku myndugleikunum til tað, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder