Russiski andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj, sum hevur sitið í fongsli síðan januar í 2021 er sjúkur.
Í august 2020 varð Navalnyj eitraður og mátti til Týsklands at fáa viðgerð. Tá hann kom aftur til Russlands, varð hann handtikin, og situr hann nú ein níggju ára langan dóm fyri svik.
Sambært Navalnyj var tað russiska stjórnin, sum stóð aftanfyri eiturálopið, men tað hevur stjórnin víst aftur.
Sakførarin hjá Navalnyj upplýsir, at hann seinastu 15 dagarnar hevur tapt átta kilo. Náttina til leygardagin varð sjúkrabilur boðsendur orsakað av einari búkilsku, sum var versnað.
Talan er um eina ókenda sjúku, sum eingin viðger, og heilivágurin, sum mamma Navlnyj sendir til hansara verður send aftur, sigur hann sambært tíðindastovuni AFP.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Navalnyj hevur gramt seg um sjúku, síðan hann kom inn at sita. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið avbyrgdur í fongslinum.
Sambært sakføraranum kann ikki útilokast, at russisku myndugleikarnir stigvíst royna at niðurbróta heilsuna hjá Navalnyj. Tí krevur hann, at Navalnyj verður kannaður.
Meðan hann hevur sitið inni, er Navalnyj komin við atfinningum um kríggið í Ukraina, og hevur hann eisini heitt á russar um at mótmæla kríggið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald