Uttanlands

Navalnyj fingið 19 ár afturat

Russiski andstøðupolitikarin, sum longu er í ferð við at sita ein dóm á 11 ár, fekk í gjár enn ein dóm

Aleksej Navalnyj (Mynd: EPA)

Aleksej Navalnyj (Mynd: EPA)

2023-08-05 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fongsulsrevsingin hjá russiska andstøðupolitikaranum Aleksej Navalnyj er longd við 19 árum.

47 ára gamli Navalnyj, sum longu situr ein dóm á 11 ár, fekk í gjár enn ein dóm fyri m.a. ekstremismu.

Áðrenn rættarfundin segði Navalnyj, at hann væntaði at fáa uml. 18 ár afturat. Ákærin ynskti at leggja 20 ár afturat, skrivar Ritzau.

Navalnyj hevur sitið í fongsli, síðan hann kom aftur til Russlands í januar 2021, eftir at hann hevði verið innlagdur á sjúkrahúsi í Týsklandi orsakað av eitran.

Talan var um eina morðroynd, sum russiska stjórnin stendur aftanfyri, vil Navalnyj vera við.

Ákærurnar móti Navalnyj, ið hevur verið sera atfinningarsamur móti russisku stjórnini, eru, sambært Navalnyj sjálvum og stuðlum hansara, poltiskt motiveraðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder