Russiski andstøðupolitikarin Aleksej Navalnyj er sannførdur um, at tað er russiski forsetin, Vladimir Putin, sum stendur aftanfyri eitranini av honum.
Tað sigur hann í samrøðu við týska blaðið Der Spiegel.
Tað var í august, at hann varð flogin úr Russlandi til Berlin, eftir at hann gjørdist illa fyri umborð á einum flogfari, sum var ávegis til Moskva úr Sibiria.
Týskir myndugleikar hava síðani staðfest, at talan var um eitran. Sambært serfrøðingum var tað nervaeirið Novitjok, sum varð brúkt móti honum, skrivar Ritzau.
Fleiri lond hava kravt eina frágreiðing frá Russlandi, sum hevur víst aftur at hava eitrað Navalnyj. Eisini hevur Russland sett spurnartekin við niðurstøðuna hjá týsku myndugleikunum.
Navalnyj varð innlagdur á intensivari deild á Charité sjúkrahúsinum í Berlin í 24 dagar. Hann sigur, at hann ætlar sær aftur til Russlands, og at hann ikki er bangin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald