Uttanlands

Navalnyj var eitraður

Russiski andstøðingurin liggur framvegis í koma á týskum sjúkrahúsi

Tíðindafólk bíða uttan fyri Charité sjúkrahúsið í Berlin at hoyra nýtt frá Aleksej Navalnyj (Mynd: EPA)

Tíðindafólk bíða uttan fyri Charité sjúkrahúsið í Berlin at hoyra nýtt frá Aleksej Navalnyj (Mynd: EPA)

2020-08-24 17:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Royndir, sum eru gjørdar av russiska andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj, benda á, at hann var eitraður.

Tað skrivar universitetssjúkrahúsið Charité í Berlin í tíðindaskrivi.

Navalnyj liggur framvegis í koma og støða hansara er álvarslig, men er nú uttan fyri lívsvanda, skrivar sjúkrahúsið.

Hvat hann var eitraður við, er enn óvist, og sjúkrahúsið er farið undir nýggjar kanningar fyri at finna út av tí. isini er óvist hvørjar avleiðingarnar av eitringini kunnu verða.

Navalnyj kom leygardagin til Berlin við ambulansuflogfari, ið heintaði hann í suðursibiriska býnum Omsk. Síðan hevur hann ligið í koma.

Les eisini: Navalnyh fer at yvirliva 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder