Uttanlands

Navalnyj við at koma seg aftur

Enn er ov tíðliga at siga, um russiski andstøðingurin hevur tikið skaða av at vera eitraður við Novitjok

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-07 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, er í batningi og liggur ikki longur í koma eftir at hann varð eitraður. Tað upplýsir sjúkrahúsið í Berlin, har hann er innlagdur til viðgerð.

44 ára gamli Aleksej Navalnyj gjørdist illa fyri fyri nøkrum vikum síðani á einum flogtúri úr Sibiria til Moskva.

Hann varð lagdur í koma, og sambært læknunum á sjúkrahúsinum í Berlin, hevur hann verið eitraður av eitrinum Novitjok – eitt eitur, sum hernaðarliga fregnartænastan í Russlandi hevur ment.

Sjúkrahúsið sigur, at hann nú er við at koma seg, og í størri mun klárar seg uttan andingartól. Enn er tó ov tíðliga at siga, um Aleksej Navalnyj hevur fingið álvarslig mein av eitrinum.

Seinastu tíðindini um heilsustøðuna hjá Navalnyj eru kunngjørd í samráð við konu hansara, upplýsir sjúkrahúsið. Tað er tí eisini í tráð við hansara egnu ynskir, hevur konan víst á.

Í gjár kravdu Bretland, Týskland og Frakland svar frá Russlandi, um hvat er hent.

Sambært týska uttanríkisráðharranum, Heiko Maas, er tað nógv, ið bendir á, at russiski staturin var íblandaður í hendingini, men Russland hevur víst aftur øllum skuldsetingum hesum viðvíkjandi, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder