Mentan

Navnakapping: Tórshavnar kvøldskúli skal hava nýtt navn

Navnið Tórshavnar kvøldskúli tykist ikki at vera heilt tíðarhóskandi, og tí verður skipað fyri navnakapping. Freistin at lata inn uppskot til nýtt navn er 3. apríl – vinnandi navnið fær 10.000 krónur

Tórshavn (Savnsmynd)

Tórshavn (Savnsmynd)

2020-03-14 12:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nógv ár æt skúlin Tórshavnar kvøld– ungdóms og listakskúli, men fyri tveimum árum síðani varð navnið broytt til Tórshavnar kvøldskúli.

Tórshavnar kommuna skrivar, at virksemið hjá Kvøldskúlanum hevur verið í eini broytingartilgongd farnu árini, og er skeiðsvirksemi um dagin og førleikagevandi skeið og útbúgving vorðin ein týðandi partur av skúlavirkseminum, umframt málskeið fyri tilflytarar og umfatandi frítíðarundirvísing og -virksemi. Tí tykist navnið Tórshavnar kvøldskúli ikki at vera heilt tíðarhóskandi.

Í hesum sambandi verður skipað fyri navnakapping fyri at finna eitt nýtt og meira hóskandi navn til Tórshavnar kvøldskúla. Freistin at senda inn uppskot er 3. apríl klokkan 12, og vinnandi navnið verður avdúkað 15. apríl. Vinnarin fær 10.000 krónur.

Meira um kappingina kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder