Kendi japanski mótasniðgevin, Kenzo Takada, er deyður, 81 ára gamal. Hann doyði í gjár á einum sjúkrahúsi í Paris, og sambært familjuni er deyðsorsøkin avleiðingarnar av covid-19.
Tað upplýsir ein talspersónur fyri Kenzo Takada, sambært Reuters.
Um allan mótaheimin harmast fólk um missin.
- Paris syrgir ein av synum sínum. Tað er við ovurstórari sorg, at eg frætti deyðsboðini av sniðgevanum við ovurstóru gávunum, ið hevur givið mótamyndini ljós og litir, skrivar borgarstjórin í Paris, Anne Hidalgo, á Twitter.
Kenzo Takada stóð á odda fyri væl umtókta mótahúsinum, Kenzo, ið varð stovnað í 1970’unum. Kenzo eigur eina av heimsins størstu fyritøkur fyri marglætisvørur, LVMH.
Seinastu árini er hetta mótamerkið vorðið meira kend millum tey yngru, tí Kenzo hevur samstarvað við stóru svensku klædnafyritøkuna H&M.
Kenzo er kent fyri litføgur klæði við mynstrum og prenti.
Kenzo Takada var føddur í býnum Mimeji, men búsettist í Fraklandi longu í 1965 og fimm ár seinni skapti hann Kenzo-merkið. Hann var fyrsti japanski sniðgevin, sum sló ígjøgnum í Paris.
LVMH keypti Kenzo í 1993, og sjálvur helt Kenzo fram sum kreativur sniðgevi fram til 1999, tá hann fór á pensjón. Siðan hevur hann arbeitt við ymsum verkætlanum.
Fram til 1983 gjørdi hann bert klæði til kvinnur. Síðan komu mannfólkaklæði og seinni luktilsi eisini við í vøruútboðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald