Í endanum av august fer Kellyanne Conway úr starvinum sum ráðgevi hjá Trump umsitingini í Hvítu Húsunum, upplýsir hon sambært tíðindastovuni Reuters.
Orsøkin er, at hon vil brúka meira tíð uppá familju sína, sigur hon.
– Tað er fullkomiliga mín avgerð og mítt ynski. Seinni fari eg at avdúka mínar framtíðarætlanir. Beint nú – og fyri elskaðu børn míni – verður tað minni drama og meira mamma.
Tað var í 2016, at tann nú 53 ára gamla Kellyanne Conway varð útnevnd sum oddakvinna fyri valstríðið hjá Trump, tá hann stillaði upp til forsetavalið fyri fýra árum síðani.
Síðan tá hevur hon verið ein av nærmastu og mest navnframu ráðgevum hansara, og hevur mann mangan hoyrt hana greiða frá politikkinum hjá Trump á tíðindafundum.
Donald Trump og Kellyanne Conway á valkvøldinum í november 2016 (Mynd: EPA)
Tí hevur tað vakt ans, at maður hennara, republikanski sakførarin, Georg Conway, samstundis er komin við sera nógvum atfinningum um amerikanska forsetan.
George Conway stuðlaði m.a. ríkisrættarmálinum móti Donald Trump, og hevur hann áður sagt, at Trump er "sinissjúkur".
Tað var ætlanin, at Kellyanne Conway skuldi tala á landsfundinum hjá republikanska flokkinum hesa vikuna, men um hetta framvegis er ætlanin er ógreitt, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald