
Í gjár lar nýggj fysioterapi klinikk upp við Margáir í Steymnesi.
Talan er um NB Fysioterapi, ið er ein stytting fyri nøvnini hjá Niklas Reginssyni og Bjarti Thomsen, ið stovnaðu klinikkina í 2019. Niklas er kollfirðingur og Bjartur havnarmaður. Báðir hava roynir innan ymsan ítrótt, og fleiri ítróttarfeløg hava NB Fysioterapi knýtt at sær.
Bjartur Bernhardsson Thomsen fer at hava høvuðsábyrgd av klinikkini við Margáir, sum seinni í ár flytur inn í nýggju venjingarmiðstøðina við Margáir - fyribils fer NB at halda til í heimara enda av ítróttarhúsinum við Margáir. Bjartur er eisini fysioterapeutur hjá besta mansliðnum hjá EB/Streymi. Hann hevur drúgvar royndir og hevur starvast bæði á klinikk og á Landssjúkrahúsinum, og hevur í tí sambandi savnað sær eina fjølbroytta vitan um viðgerð og venjing.
Niklas Reginsson og starvsfelagin Sissal Abrahamsen hava ábyrgd av fysioterapeutiska virkseminum í Havnar Bóltfelag í ár.
NB Fysioterapi hevur eitt tætt samstarv við Burn Fitness, og umframt trý-ára gomlu klinikkina í venjingarmiðstøðunum hjá Burn í høvuðsstaðnum, er NB eisini virki í venjingarmiðstøðini í Vestmanna.
Keldur: sunda.fo og nb.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald