NB Fysioterapi eitur nýggja klinikkin, sum er latin upp í venjingarmiðstøðini Burn Fitness í miðbýnum í Havn.
- Vit hjálpa ítróttarfólki og aktivum borgarum aftur til tað aktiva lívið tey ynskja at liva.
Soleiðis stendur skrivað á heimasíðuni hjá NB Fysioterapi, www.nb.fo, og er tað ikki av tilvild, at teir húsast í Burn Fitness. Teir leggja seg nemliga eftir at hjálpa ítróttarfólki, umframt tí aktiva føroyinginum, og kunnu teir í hesum sambandi veita fyribyrgjandi venjing og endurvenjing.
Tað eru Niklas Reginsson og Bjartur B. Thomsen, ið saman byrjaðu klinikkina í november 2019.
Til ber at lesa meira um NB Fysioterapi á heimasíðu teirra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald