
Í mai varð arbeiðstøkusáttmálin um Fámjinstunnilin undirskrivaður millum Landsverk og P/F J&K Petersen, og í summar byrjaði vegagerðin.
Ætlanin var upprunaliga, at fyrsta skotið skal latast av longu tá tíðliga í summar, fyrr í summar varð sagt, at tað skuldi verða "seinni í heyst", men seinkanir hava verið í verkætlanini - millum annað tí at ein eykajáttan á 40 milliónir hevur verið neyðug.
Ein av avleiðingunum av hesum er, at NCC hevur frásagt sær uppgávuna at bora Fámjinstunnilin. Undirveitarin, ið skuldi bora fyri J&K Petersen, fær ikki verið við til uppgávuna, nú verkætlanin er seinkað so mikið.
Sigurd Lamhauge, stjóri hjá Landsverki, sigur við Kringvarpið, at NCC hevuraðrar upggávur, og at tað er harmiligt, at undirveitarin kortini ikki verður við í verkætlanini. Tó er ein nýggjur nú góðkendur. Talan er um eitt norskt felag við royndum við slíkum verkætlanum.
Stjórin hjá Landsverki staðfestir eisini, at sum nú er heldur samlaða tíðarætlanin við Fámjinstunnlinum - øll verkætlanin skal eftir ætlan verða liðug miðskeiðis í 2024, skrivaði Landsverk fyri tveimum mánaðum síðani. Eisini skal kostnaðurin halda. Beint yvir 200 milliónir eftu játtaðir til Fámjinstunnilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald