Í dag skal eysturríkski kanslarin, Karl Nehammer hitta Vladimir Putin, forseta í Russlandi.
Fundurin verður í russiska høvuðsstaðnum Moskva, upplýsir talsfólk hjá kanslaranum.
Leygardagin vitjaði Karl Nehammer Volodymyr Zelenskyj, forseta í Ukraina í Kyiv, og endamálið við russlandsferðini er at koma við áheitan um dialog millum Russland og Ukraina.
Sambært Ritzau er Karl Nehammer fyrsti evropeiski leiðarin, sum fer at hitta Putin, síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar.
Tað var Karl Nehammer sjálvur, sum tók initiativ til russlandsvitjanina, meðan hann var í Ukraina.
Talsfólk hansara sigur, at kanslarin vil gera alt tað, hann kann fyri at tryggja frið, eisini hóast líkindini ikki eru tey bestu. Hann ætlar at tosa við Putin um hendingarnar í ukrainska býnum Butja, sum hann eisini vitjaði, meðan hann var í Ukraina um vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald