Norsku miðlarnir eru ikki í iva: Nelly Moar er størsta R&B vónin, tey eiga, og í juli verður hon at hoyra í Syðrugøtu.
Talan er um ungt stjørnuskot, sum longu hevur verið tilnevnd Spellemannprisen (Norsk FMA virðisløn).
Við uppruna í djasslærdómi spælir Nelly Moar sína egnu tulking av R&B, har hon snildisliga blandar 2-step uppí kantutu og heitu framleiðslurnar.
Umboð fyri G! festivalin var har, tá ið Nelly Moar herfyri spældi við bólki sínum fyri fullum sali í Grøningen, Hollandi.
- Framførslan var fullkomiliga framúr. Ótrúliga evnaríku tónlistarfólkini, sum øll hava gingið í djasskúla saman, hava handverkið uppá pláss, og spæla ómetaliga væl saman. Tað verður ein gløðandi løta, tá ið Nelly Moar trínur á pallin á G! 2024.
Síðani í januar hevur G! hvønn týsdag kunngjørt eitt nýtt navn, og í Spæl Føroyskt vikuni vórðu 7 nøvn kunngjørd, hetta merkir, at nú eru 20 nøvn á komin á skránna
G!Festivalurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald