Elektroniskt burturkast er ein alsamt vaksandi altjóða trupulleiki, nú tøknin mennist so skjótt, at livitíðin hjá teldum, telefonum o.t. bara er fá ár. Flestu okkara eiga helst onkra gamla telefon ella teldu í onkrari skuffu. Vit halda hana kanska vera í so góða at beina burtur, men tora ikki ella fáa ikki upp í lag at seta hana til sølu.
KT- og fjarskiftisveitarin Nema setur nú grøna kós við eini nýggjari tænastu, sum gevur tær møguleikan at lata gamlar ella brúktar elektroniskar lutir inn, so teir kunnu vera burturbeindir ella endurnýttir burðardygt. Mett verður um virðið á vøruni, og síðani verður gávukort givið í býti, boðar Nema frá í tíðindaskrivi.
– Sum ein av Føroya størstu veitarum av KT og elektroniskum lutum kenna vit tað sum okkara ábyrgd at virka fyri, at slíkir lutir verða endurnýttir ella burturbeindir á rættan hátt, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema.
– Við hesi tænastuni geva vit fólki og fyritøkum møguleikan at rudda út, og vit syrgja fyri, at tann gamla telefonin ella teldan kann verða endurnýtt, har ið tað ber til. Vit kalla tænastuna Nema Endurkeyp.
Tænastan er ætlað bæði privatfólki, fyritøkum og almennum stovnum. Nema setur trygdina í hásæti, og tí verða allar dátur í lutinum strikaðar, áðrenn hann verður endurnýttur, skrivar Nema.
Um tú hevur brúktar elektroniskar lutir, sum tú ynskir at sleppa av við, ber til at støkka inn á gólvið hjá Nema í Havn, Klaksvík ella Saltangará.
Í hesum sambandi hevur Nema eisini sett ein stuðulsgrunn á stovn, har ið einstaklingar og felagsskapir kunnu søkja um stuðul til átøk ella verkætlanir til frama fyri føroysku náttúruna og umhvørvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald