Uttanlands

Nepal: Funnið lík og vrak av saknaðum flogfari

22 fólk vóru umborð á flogfarinum, sum hvarv leygardagin, men í dag er vrakið funnið saman við 14 líkum

Her sæst flogfarið, ið datt niður í Nepal um vikuskiftið (Mynd: Reuters)

Her sæst flogfarið, ið datt niður í Nepal um vikuskiftið (Mynd: Reuters)

2022-05-30 08:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin hvarv eitt nepalskt flogfar við 22 fólkum umborð, og í dag varð vrakið funnið, upplýsir talsfólk hjá nepalska herinum.

Myndugleikarnir í Nepal upplýstu eisini, fáar tímar eftir, at vrakið av flogfarinum varð funnið, at mann eisini hevði funnið líkini av 14 persónum, sum vóru umborð.

Upplýst varð, at leitingin eftir hinum persónunum heldur fram, men at veðrið er sera vánaligt.

Av teimum 22, sum vóru umborð á flogfarinum vóru umframt trý starvsfólk, 13 ferðafólk úr Nepal, fýra úr India og tvey úr Týsklandi.

Flogfarið var farið av floghavnini í ferðavinnubýnum Pokhara og hevði kós móti Jomsom, eitt vælumtókt ferðavinnumál fyri pílagrímsferðandi uml. 80 kilometrar frá Pokhara.

Tað er flogfelagið Tara Ai, ið er dóttir felag hjá Yeti Air, sum eigur flogfarið. Seinast hetta flogfelagið upplivdi slíka vanlukku var í 2016.

Nepalska flogvinnan hevur verið nógv merkt av vantandi trygd, og hevur ES m.a. av hesari orsøk bannað nepalskum flogfeløgum at flúgva í loftrúminum hjá ES.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder