Innanlands

Nes kommuna boðar frá broyting í byggisamtyktini

Talan er um eitt øki undir Høganesi

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2020-02-04 08:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, boðar Nes kommuna frá, at á fundi 27.01.2020 varð broyting samtykt í byggisamtyktini fyri Nes kommunu.

Hendan broytingin umfatar, at ein partur av J-økinum undir Høganesi verður til B-øki av tí, at nýggja útstykkingin kemur nakað inn í J-økið. Talan er um eitt øki á 700 m2.

Nes kommuna skrivar, at broytingin í byggisamtyktini er til skjals á kommunuskrivstovuni í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 3. februar til 2. mars 2020, og at møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 22. mars 2020.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder