Innanlands

Nes kommuna: Frítíðarkortið er nú galdandi fyri øll í aldrinum 0-18 ár

Nes kommuna skrásetir øll børn og ung 0-18 ár í kommununi at eiga 2.000 krónur til góðar at nýta til lima- og luttøkugjald í 2021

Har feløg/felagsskapir í Nes kommunu skipa fyri almennum tilmeldingardegi, er møguleiki at fáa skrásett seg á eitt yvirlit, og Nes kommuna flytir peningin beinleiðis til feløgini/felagsskapirnar samsvarandi yvirlitinum (Mynd: Nes kommuna)

Har feløg/felagsskapir í Nes kommunu skipa fyri almennum tilmeldingardegi, er møguleiki at fáa skrásett seg á eitt yvirlit, og Nes kommuna flytir peningin beinleiðis til feløgini/felagsskapirnar samsvarandi yvirlitinum (Mynd: Nes kommuna)

2021-01-29 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør var Nes kommuna ein av kommunum, ið setti eina skipa í verk, har børn og ung í aldrinum 6-18 ár fingu eitt frítíðarkort til eitt virði á 2.000 krónur, sum kann nýtast til lima- og luttøkugjald í ymisku ítróttar- og frítíðarvirksemistilboðunum í kommununi. Endamálið er fíggjarliga at stuðla børnum og ungum at verða virkin í frítíðarvirksemi.

Talan var um eina royndarskipan, og hon eydnaðist væl. Skipanin heldur fram í 2021,men við tí broyting at nú fáa øll børn og ung í aldrinum 0-18 ár eitt frítíðarkort. Hetta varð samtykt á býráðsfundi mánadagin 

Nes kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at øll børn og ung 0-18 ár í kommununi verða skrásetti at eiga 2.000 krónur til góðar at nýta til lima- og luttøkugjald í 2021. Frítíðarkortið kann nýtast til ítrótt, skótar, kvøldskúla, musikkskúla við meira.

 - Har feløg/felagsskapir í Nes kommunu skipa fyri almennum tilmeldingardegi, er møguleiki at fáa skrásett seg á eitt yvirlit, og Nes kommuna flytir peningin beinleiðis til feløgini/felagsskapirnar samsvarandi yvirlitinum. Gjaldsváttan verður tá send til foreldrini. Annars er mannagongdin, at børn og ung fyrst gjalda til feløgini/felagsskapirnar og fáa so endurrindað frá Nes kommunu við at senda kvittan til [email protected], har tað framgongur, hvat fyri barn, og hvat fyri frítíðartilboð goldið er fyri.

Treytir eru fyri virkseminum, har Frítíðarkortið verður nýtt: Felagið, sum stendur fyri virkseminum, skal hava: Viðtøkur og nevnd, Venjarar/lærarar sum eru yvir 18 ár – yngri kunnu vera hjálparvenjarar - og virksemi sum fevnir yvir minst tíggju samanhangandi vikur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder