Innanlands

Nes kommuna gjørt sáttmála við Sp/f KEH um Moldgoymsluna á Skorhædd

Nes og Runavíkar kommuna hava í eina tíð veirð í eini tilgongd um at umskipa arbeiðið viðvíkjandi moldgoymsluni

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2022-07-09 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Moldgoymslan á Skorhædd er felags moldgoymsla fyri Nes og Runavíkar kommunu, og kommunurnar hava í eina tíð verið í eini tilgongd at umskipa arbeiðið viðvíkjandi Moldgoymsluni á Skorhædd.

Í vár varð avgjørdur ein leistur sum arbeiðið skuldi skipast eftir, og arbeiðið varð boðið út til tríggjar arbeiðstakarar úr ávíkavist Runavíkar og Nes kommmunum.

Lægsta tilboðið átti Sp/f KEH við Kaj Eli Hansen, Nes, og vóru kommunurnar báðar samdar um at taka av tilboðnum. Semja varð eisini um at Nes kommuna eins og undanfarin ár, framhaldandi skal umsita moldgoymsluna, skrivar Nes kommuna.

Hósdagin varð sáttmáli so undirskrivaður millum Nes kommunu og Kaj Eli Hansen á kommunuskrivstovuni á Toftum.

Umskipanin av Moldgoymsluni á Skorhædd merkir at borgarar nú skulu rinda eitt gjald fyri at sleppa av við tilfar og kunnu somuleiðis heinta tilfar móti gjaldi. Nærri kunning um prísir og treytir kemur á heimasíðuna hjá Nes kommunu eftir summarfrítíðina, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder