Innanlands

Nes kommuna: Inntøkan og raksturin størri í 2021

Fíggjarætlanin fyri komandi ár er samtykt. Skattaprosent, barnafrádrátturin og ansingargjøldini verða óbroytt

2020-12-08 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fíggjarætlanin fyri 2021 hjá Nes kommunu bleiv mánakvøldið 30. november einmælt samtykt við triðju viðgerð.

Hesum boðar Nes kommuna frá á heimasíðu sínari.

Greitt er, skattaprosentið verður óbroytt. Tað verður aftur 20,5 prosent í 2021, og hetta eru fyritreytirnar fyri inntøkunum. Barnafrádrátturin er óbroyttur á 5.500 krónum.

Ansingargjøldini verða eisini óbroytt,og frítíðarkortini á kr. 2.000 fyri hvørt barn millum 6 og 18 ár verða eisini galdandi í 2021.

Fleiri inntøkur og størri rakstur

Boðað verður frá, at nettoinntøkan fyri 2021 hjá Nes kommuna er mett til 63,1 milliónir krónur. Í ár er hon mett til 60,4 milliónir, við eykajáttan. Harvið er talan um ein hækking uppá 2,6 milliónir krónur  - 4,4 prosent.

Rakstrarkostnaðurin fyri 2021 er mettur til 54.7 milliónir krónur í mun til 51,4 milliónir, við  eykajáttan), sum er metti kostnaðurin fyri 2020. Hetta er ein hækking uppá 3,3 milliónir krónur - 6,4 prosent.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder