Mentan

Nes Sóknar Musikkfelag várkonsert mikukvøldið

Konsertin er ókeypis og verður í Løkshøll í Runavík

2019-05-12 08:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga várkonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag verður í Løkshøll í Runavík mikukvøldið 15. mai kl. 19.30.

Ein messingbólkur við næmingum úr Nes Sóknar Musikkskúla leggur fyri. 

Síðani spælir hornorkestrið m.a. tey fýra løgini, sum orkestrið fer at spæla á musikkstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum Dýra Biðidag 17. mai. Hesi eru Thundercrest, Make Me a Channel of your Peace, Gakk tú tryggur og Cossack Patrol.

Kenneth Jones stjórnar Nes Sóknar Musikkfelag, sum telur eini 20 spælarar í øllum aldrum.

Tiltakið er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder