Leiðrarar í amerikanska Senatinum og Umboðsmannatinginum hava boðið ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu at tala fyri Kongressini, upplýsir formaðurin fyri Umboðsmannatingið, Mike Johnson.
Í brævi til Netanyahu, sum m.a. er undirskrivað av Mike Johnson og leiðaranum fyri demokratiska meirilutan í Senatinum, Chuck Schumer, stender m.a., at endamálið við innbjóðingini er at vísa á samhugan við Ísrael.
– Vit vilja bjóða tær at deila visiónina hjá ísraelsku stjórnini fyri at verja fólkaræði, stríðast móti yvirgangi og fáa í lag ein rættvísan og varandi frið í økinum, verður sagt.
Mike Johnson undirstrikar, sambært Ritzau, at hann hevði boðið Netanyahu at tala fyri Kongressini, óansæð um hann hevði fingið undirtøku frá demokratunum ella ikki.
Tað er ikki ofta, at ein útlendskur leiðari verður boðin at tala fyri Kongressini, men hetta hevur Netanyahu longu gjørt tríggjar ferðir áður - seinast í 2015. Hann verður tann fyrsti útlendski leiðarin, sum hevur talað fyri Kongressini fýra ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald