Uttanlands

Netanyahu framvegis formaður í Likud

Virkandi forsætisráðharri í Ísrael vann innanhýsis val í flokki sínum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-12-27 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Virkandi forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, hevur vunnið formansvalið í høgraflokkinum Likud.

Tað boðaði flokkurin frá í nátt, eftir at allar atkvøðurnar vórðu við at verða taldar upp, skrivar AFP-tíðindastovan.

Mótstøðumaður hansara, Gideon Saar, hevur eisini viðurkent, at hann hevur tapt móti Benjamin Netanyahu.

Tað skrivaði hann á Twitter um midnáttarleitið, sambært blaðnum The Washington Post.

Limirnir í Likud-flokkinum greiddu í gjár atkvøðu í formansvalinum.

Sambært AFP vísti eitt fyribilsúrslit í nátt, at Netanyahu fekk 71 prosent av atkvøðunum og Saar 29. Men, sum skilst, eru tað bert ein helmingur av teimum 116.048 limunum í flokkinum, sum hava greitt atkvøðu.

Orsøkin til lágu valluttøkuna kann vera, at veðrið var vánaligt í Ísrael í gjár, men kanska eisini tí, at tað varð tikið sum givið, at Netanyahu fór at vinna. Eisini vóru tað nógvir limir í flokkinum, sum skuldu ferðast langa leið fyri at greiða sína atkvøðu.

Tað var Saar, sum bjóðaði Netanyahu av sum formaður í flokkinum undan valinum til tjóðartingið, Knesset, sum verður 2. mars 2020. Tað verður triðja tjóðartingsvalið í Ísrael í minni enn eitt ár.

Politiska støðan í Ísrael er fastløst, og Saar heldur, at Netanyahu sjálvur er forðingin fyri, at Likud-flokkurin kann skipa eina samgongustjórn.

Hann megnar ikki at skipa ein meiriluta, og tað heldur Saar, at hann hevði klárað betri.

Netanyahu hevur eisini eina ákæru um mutur hangandi yvir sær.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder