Uttanlands

Netanyahu hevur sett dag á nær lopið verður á Rafah

Útsøgnin órógvar samráðingarnar um vápnahvíld, sum fara fram seg í Kairo

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-09 07:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur at dagur nú er settur á nær landið fer at leypa á Rafah. Tað skrivaði Reuters í gjár.

Rafah er seinasta friðskjólið hjá palestinskum leiðarum, sum Ísrael leitar eftir. Tað eru umleið 1,5 millión fólk í býnum í dag.

Netanyahu upplýsir ikki hvønn dag ein møgulig innrás verður sett í verk.

Útsøgnin frá forsætisráðharranum kemur samstundis sum samráðingar um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas fara fram í Kairo í Egyptalandi.

- Í dag fekk eg eing frágreiðing um samráðingarnar í Kairo. Vit arbeiða alla tíðina fyri at náa okkara málum, sum fyrst av øllum er at fáa allar okkara gíslar leyslatnar og fáa fullkomnan sigur á Hamas, sigur Netanyahu í einum videobroti.

- Hesin sigurin krevur, at vit fara inn í Rafah og oyðileggja yvirgangsdeildirnar har. Og tað fer at henda – dagurin er ásettur, sigur hann.

Ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið sigur, at tey ikki hava nakra vitan um ein ásettan dag fyri innrásina, og at tey hava gjørt greitt yvir fyri Ísrael, at ein ísraelsk innrás ikki er vælkomin.

Ísraelski trygdarmálaráðharrin, Itamar Ben-Gvir, hótti í gjár við at taka stuðulin til Netanyahu aftur, um Ísrael ikki ger eina innrás.

- Uttan eitt umfatandi álop móti Rafa, fyri at knúsa Hamas, hevur Netanyahu ikki longur undirtøku fyri at halda fram sum forsætisráðharri, skrivaði Ben-Gvir á X.

Umstríddi ráðharrin er eisini atfinningarsamur móti ísraelska herinum fyri at hava tikið stróran part av herinum út úr Gazageiranum, og eisini móti tí, sum Ísrael tykist at vera sinnað til at ganga við til undir samráðingunum í Kairo.

Ben-Gvir er leiðari fyri víðgongda høgranationalistiska flokkin, kallaður Jødiskt vald. Uttan stuðul frá hesum flokkinum, missir Netanyahu meirilutan í ísraelska tjóðartinginum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder