2024-10-20 10:43

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu leggur libanesisku Hizbollah-rørsluna undir at standa aftanfyri morðroynd.
Leygardagin varð ein drona send móti bústaði hansara í býnum Caesarea. Eingin fekk tó skaða, tí Netanyahu var ikki inni.
Netanyahu eigur tveir privatar bústaðir - ein í Caesarea og ein í Jerusalem, har almenni bústaður hansara, sum í løtuni er undir umvæling, eisini er, skrivar Ritzau.
Royndin hjá Hizbollah at drepa Netanyahu og konu hansara var sambært Netanyahu "eitt álvarsligt mistak".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald