Uttanlands

Netanyahu lovar at steðga spjaðingini í Ísrael

Tað ger hann eftir at hundraðtúsundtals ísraelar mótmæla lógarbroytingum, sum vilja skerja demokratiið í landinum

2023-03-24 11:07 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var ikki bert í gøtunum í París, at mótmælisfólk í gjár gjørdu vart við sína ónøgd við rikna politikkin. Eisini í Ísrael hava tíggjutúsundtals ísraelar verið á gøtunum og mótmælt royndunum hjá høgravendu stjórnini at seta lógir í gildi, sum minka um valdið hjá Hægstarætti í landinum eins og geva stjórinini alt ov stórt vald. 

Royndirnar hjá stjórnini, sum fevnir um fleiri ultravíðgongdar høgrareligiøsar flokkar, at geva meirilutanum í Knesset, ísraelska tjóðartinginum meira vald, hava í longri tíð spjatt ísraelska fólkið og fingið lond sum USA at mótmæla ætlanunum.

Ì eini sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið segði Netanyahu seg tó vilja royna at finna eina loysn á ósemjuni, sum báðir partar kunnu góðtaka. Hann vildi við hesum steðga spjaðingini av ísraelska fólkinum.

Nýggi lógarpakkin, sum roynt verður at fáa samtyktan, fevnir um fleiri lógir, ið m.a. skulu gera tað torførari hjá andstøðuni at virka, eins og ovasta lóggevandi valdið verður skert. Mótmælisfólkini bera ótta fyri, at landið við hesum lógarbroytingum fer at flyta seg frá demokratisku skipanunum, sum higartil hava verið grundarlagið undir tjóðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder