Gert tú brúk av Netflix-haldi hjá onkrum sum ikki er í sama húski? So eru keðilig tíðindi ávegis til tín.
Tað skrivar Finans.dk.
Netflix upplýsti hóskvøldið, at brúkaradeiling uttanfyri húskið skal steðgast í fyrsta ársfjórðingi í 2023.
- Tann í dag útbreidda brúkaradeilingin máar støðið undan at seta pengar í at betra um Netflix og at byggja okkara tænasta upp, skrivar Netflix í sambandi við ársroknskapin, sum varð lagdur fram hósdagin.
Finans.dk skrivar, at fleiri enn 100 milliónir húsarhald deila Netflix-hald.
Netflix fer nú at kunngera eitt nýtt hald, sum gevur brúkarum betri møguleika at rinda fyri brúkaradeiling.
Royndir eru gjørdar við hesum í Latínamerika, og úrslitið er at nøkur siga sítt hald upp, men at onnur húsarhald, sum higartil hava lænt ein Netflix-brúkara, stovna sær hald.
Samlað gevur hetta Netflix størri sølu.
Sambært CNET fer prísurin í USA at liggja millum 22 og 27 krónur fyri hvønn brúkara sum verður lagdur afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald