Mentan

Netflix fer ikki longur at vísa fólk, sum roykja

Framyvir fer tilfarið, sum verður framleitt ikki at vísa fólk, sum roykja, uttan so at leikstjórin hevur eina serliga grundgeving

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-07-07 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Framyvir verður bannað at vísa fólk, sum roykja í framleiðslunum hjá Netflix.

Hetta nýggja forboðið er galdandi fyri allar framleiðslur av filmum og røðum til børn og familjur umframt tað tilfarið, sum hevur aldursmarkið 14+, uttan so at tað er neyðugt av søguligum ella faktuellum orsøkum.

Men tilfar, sum er ætlað eldri hyggjarum fer heldur ikki at vísa fólk, sum roykja, uttan so at tað er ein týðandi partur av kreativu visiónini hjá leikstjóranum.

- Netflix stuðlar kreativa frælsinum, men vit ásanna eisini, at royking er skaðiligt, og tá tað á skíggjanum verður lýst sum nakað jaligt, kann tað hava neiliga ávirkan á tey ungu, sigur talsfólk hjá stroymingartænastuni, sambært DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder