Mentan

Netflix hækkar prísin

Meira skal rindast fyri at hyggja eftir sendirøðum og filmum á stroymingartænastuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-04 15:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Framyvir skulu Netflix-brúkarar rinda meira fyri at hyggja eftir sendirøðum og filmum.

Tað skrivar Mediawatch.dk.

Prísirnir í Danmark hækkaðu í gjár, so at haldini nú kosta frá 89 krónum til 169 krónur.

Áður hevur grundhaldið kostað 79 krónur, men tað kostar nú 89 krónur og premiumhald 149 krónur um mánaðin.

- Vit bjóða fleiri sløg av haldum fyri at nøkta breiða tørvin hjá brúkarunum, og nú vit koma við meira tilfari til okkara haldarar, ynskja vit, at teir rinda eitt sindur meira. Frá í dag byrja prísirnir á 89 krónum, sigur eitt talsfólk frá Netflix við Mediawatch.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder