Hóast tú kanska ikki sjálvur brúkar tænastuna til dagliga, hevur tú allarhelst hoyrt um Spotify.
Talan er um tónleikastroymingatænastuna, sum kom fram fyri nøkrum árum síðani, og sum í dag er vorðin ein partur av gerandisdegnum hjá mongum.
Spotify varð stovnað í Svøríki í 2006 og hevði til endamáls at broyta tónleikaídnaðin í eini tíð við nógvari ólógligari piratkopiering við at bjóða fólkinum ókeypis tónleik á lógligan hátt.
Í dag eru fleiri enn 50 mió. løg tøk á Spotify, sum hevur 248 mió. aktivar brúkarar um mánaðin, harav 113 mió. av teimum hava teknað sær hald.
Sambært Politiken, skal ein onnur stroymingartænasta, Netflix, nú framleiða eina røð um Spotify, og hvussu tað byrjaði.
Røðin fer at snúgva seg um, hvussu teir báðir, Daniel Ek og Martin Lorentszon settu Spotify á stovn í 2006.
Røðin byggir á bókina "Spotify Untold", sum er skrivað av svensku tíðindafólkunum Sven Carlsson og Jonas Leijonhufvud frá miðlinum Dagens Industri.
Enn hevur røðin tó hvørki heiti ella útgávudato.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald