Mentan

Netflix: Starvsfólk á framleiðslum í USA skulu verða koppsett

Netflix er fyrsta stóra framleiðslufelagið at seta krav um koppseting í verk

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-07-29 17:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski stroymingarrisin fer nú at krevja, at øll, sum luttaka í framleiðsluni hjá fyritøkuni í USA skulu verða koppsett fyri koronu.

Netflix verður sostatt fyrsta stóra framleiðslufelagið, sum fer at krevja, at m.a. sjónleikarar verða koppsettir. Hetta kravið fer at vera galdandi fyri øll, sum arbeiða í tí økinum, har sjónleikararnir eru – "Zone A".

Hendan fráboðanin kemur, sambært HollyWood Reporter, í kjalarvørrinum á avgerðini hjá fleiri felagsskapum í amerikanskari filmsvinnu um, at tað skal verða krav, at øll í "Zone A" verða koppsett.

Tó fer Netflix at loyva undantøkum, m.a. fyri tey, sum av heilsuávum, átrúnaðarligum ávum, ella vegna aldur ikki kunnu koppsetast, skrivar Ritzau.

Hetta kravið skal m.a. minka um spjaðingina av Delta-frábrigdinum.

Men hóast Netflix kanska er fyrsta stóra filmsframleiðslufelagið, sum setir slík krøv um koppseting í verk, er Netflix ikki fyrsta arbeiðsplássið, ið krevur, at starvsfólkini eru koppsett. Google og Facebook hava eisini boðað frá líknandi krøvum.

Les eisini: Starvsfólk á skrivstovunum hjá Google og Facebook skulu lata seg koppseta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder