Mentan

Netflix: Túsundatals brúkarar verða strikaðir

Talan er um fólk, sum ikki hava brúkt tænastuna í meira enn eitt ár, og ynskir Netflix ikki, at tey skulu gjalda fyri nakað, tey ikki brúka

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-23 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi mánaðirnir ætlar Netflix at strika túsundatals brúkarar.

Talan er um brúkarar, sum gjalda fyri eitt hald, sum tey ikki hava brúkt í langa tíð, boðaði Eddy Wu, stjóri fyri framleiðslumenning hjá Netflix, frá hósdagin.

Øll, sum ikki hava verið inniá Netflix í eitt ár ella longur, fáa ein teldupost sendandi, har tey verða biðin um at vátta, at tey framhaldandi ynskja at hava hald hjá Netflix. Svara tey ikki, verður brúkarin hjá teimum strikaður, og gjaldið verður steðgað.

– Hjá Netflix er tað síðsta vit ynskja, at fólk gjalda fyri nakað, tey ikki brúka, sigur Eddy Wu sambært B.T.

Talan er um fleiri hundraðtúsund brúkarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder