Uttanlands

Netflix vísir film um drápið á Kim Wall

Filmurin um Peter Madsen verður tøkur í 2020

Peter Madsen (Savnsmynd)

Peter Madsen (Savnsmynd)

2019-12-05 11:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein nýggjur danskur heimildarfilmur, sum er gjørdur um Peter Madsen og morðið á svenska journalistin, Kim Wall, verður sýndur á Netflix í komandi ári.

Tað upplýsir framleiðarin, Plus Pictures í einum tíðindaskrivi, skrivar Politiken.

Filmurin ’Into the Deep’ er gjørdur av avstralska filmsleikstjóranum Emmu Sullivan, sum býr í Danmark. Hetta er fyrsti filmur hennara. Hon byrjaði í 2016 upptøkur til ein dokumentarfilm, sum skuldi snúgva seg um verkstaðin hjá Peter Madsen og royndir hansara at gerast fyrsti amatøraustronauturin í rúmdini.

Men søgan fekk eina dramatiska vend, tá Peter Madsen drap Kim Wall í kavbáti sínum. Í filminum eru upptøkur frá 10. august 2017, sama dag, sum Kim Wall hevði samrøðu við Peter Madsen umborð á kavbátinum og seinni doyði.

- Hetta er ein sera persónlig søga fyri meg. Tá eg byrjaði verkætlanina. Tá eg byrjaði, var eg vitni til ein bólk av ungum, sum kom fyri at uppliva nakað jaligt við einum mentor, einum vegleiðara, sum tey sóðu upp til. Men so hendi tað nívandi, sigur Emma Sullivan í tíðindaskrivi.

Vitnifrágreiðingarnar hjá hesum ungu og upptøkurnar hjá Emmu Sullivan vóru við til at fella dóm yvir Peter Madsen.

- Tað at gerast partur av eini slíkari marru broytir títt lív. Filmurin er ein vitnisburður um hesi ungu fólkini, sum mugu viðurkenna sannleikan um mannin, tey hava arbeitt saman við, og tað ræðuliga brotsverkið hann hevur framt.

Filmurin verður frumsýndur á amerikanska Sundance filmsfestivalinum seinast í januar, og verður hareftir leysgivin á Netflix.

Petur Madsen varð í fjør dømdur harðastu revsing í Danmark, lívslangt fongsul fyri at hava dripið Kim Wall. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder