Innanlands

Nettoraksturin hjá Sunda kommunu fyri 2022 verður 79,3 milliónir krónur

Hetta er metingin, og hetta eru 3,4 prosent hægri enn á fíggjarætlanini fyri hetta árið. Barnafrádrátturin hækkar úr 6.000 til 6.500 krónur, skattaprosentið heldur sær á 21 prosentum, og 17,6 milliónir eru settar av til íløgur næsta ár

2021-11-30 12:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Sunda kommuna fíggjarætlanina fyri 2022 við aðru viðgerð. 

Á heimasíðuni sunda.fo verður upplýst, at Barnafrádrátturin hækkar úr 6.000 krónum til 6.500 krónur. Skattaprosentið verður framvegis 21 prosent, meðan dagstovnagjøldini verða tey somu sum undanfarin ár.

Mettu skattainntøkurnar fyri 2022 eru 74,8 milliónir, umframt eftirlønarskatt á 18,4 millónir krónur, sum samanlagt gevur 93,2 milliónir.

Viðvíkjandi rakstri, so verður Rakstrar-, løgu- og útlánsætlanin (RLÚ) hjá Sunda kommunu í 2022 mett til fimm og eina hálva millión, og nettoraksturin til útvið 80 milliónir, ið er ein vøkstur á næstan trý og eit hálvt prosent. 

- Nettoraksturin fyri 2022 er mettar til 79.3 mió. kr., ið er 3,4 % hægri enn á fíggjarætlanini fyri 2021. Har ímillum eru nakrar raðfestingar, ið ikki verða mettar at vera afturvendandi og tí eftir ætlan ikki koma at ávirka raksturin ár eftir ár.

Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru kr. 17,6 mió. kr. settar av til íløgur, skrivar sunda.fo, sum komandi dagarnar fer at lýsa íløgurnar og ætlanirnar nærri við smáum tíðindastubbum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder