Tað vóru teir báðir Lazar Illic og Baldur Holm í bólkinum Nettup, sum vunnu Sement 2026.
Hetta varð kunngjørt fyri løtu síðan í Reinsarínum, har finalan í Sement var.
- Originalt, eingi samples, hetta er tað nýggja svarta, forbannað kul og sjamerandi, var millum annað grundgevingin hjá dómarunum.
Umframt fyrsta pláss og 30.000 krónur, fær Netupp eisini heiðurin at spæla á Spot festivalinum.
Bólkurin Flákra gjørdist nummar tvey, og Bodil á Boðanesi, sum kom í finaluna uppá eitt wild card, gjørdist nummar trý. Síðst nevnda var eisini vald at spæla á G! festivalinum næsta ár.
Bólkurin Alto varð valdur at pæla á Voxpop næsta summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald