
- Eg havi heitt á formannin um at gera greitt fyri almenninginum, at tað ikki er hetta hann ynskir, men hann noktaði – tí kenni eg meg noydda sjálv at melda út, at hatta er ikki nakað, ið allur flokkurin stendur aftanfyri.
Soleiðis skrivar Rósa Tyril Gaardlykke, limur í floksstjórn Miðfloksins, í eini skrivi, sum er sendur almenninginum.
Hon sipar til útsøgnina hjá Jenisi av Rana, floksformanni, tá hann undir valstríðnum segði í kringvarpinum, at hann ikki kundi stuðla einum persóni, sum hevur eina homoseksuella lívsførslu, at gerast forsætisráðharri í Danmark, tí tað er “í stríð við hansara grundlóg”.
“Jenis hevur sjálvandi rætt til sína meining, men eftir mínum tykki er tað eina átalu vert at siga seg ikki kunna samstarva við ein politikara orsaka av hansara privatlívi”, skrivar Rósa Gaardlykke Tyril í skrivinum, sum kann lesast í fullum líki á leinkjuni herundir.
Les á lesarin.fo: Eingin fer væl av at annar fer illa
Eisini Trúboðin talar at
Eisini miðilin Trúboðin hjá Heimamissiónini hevur grein í dag, sum vísir á, at landsstýrismaðurin mistók seg tá hann segði, at “...tað er í stríð ímóti tí grundlóg, sum eg persónliga havi, og sum Miðflokkurin hevur, og sum eg eisini haldi, at Føroyar hava”
Talan er um ein blogg, sum Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað. Carsten er trúboðari og eitt av redaktiónellu starvsfólkunum hjá Trúboðanum, men til júst hesa greinina verður víst á, at talan er um eitt persónligt sjónarmið.
Les á truboðin.fo: Í einum sjónarmiði mistók Jenis seg nokk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald