2024-02-02 20:50
Løgreglan fekk fyri jól í fjør fráboðan um stuldur í einum fakfelag.
Talan er um ein nevndarlim, sum skal hava tikið slakar tvær milliónir av kassanum hjá fakfelagnum. Tað var fakfelagið sjálvt, sum meldaði málið.
Viðkomandi er skuldsettur og avhoyrdur, men hann noktar seg sekan.
Kanningarbeiðið er í gongd, og tá tað er liðugt verður støða tikin til um ákæra verður reist, sigur kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald