Í dag verða nevndirnar í nývalda løgtinginum mannaðar. Kallað er til løgtingsfundar klokkan 13.30.
Áðrenn farið verður undir lýstu skránna, skal tingið mannast, nú seks av tingfólkunum eru tilnevnd til landsstýrisfólk, og tí mugu siga tingsessin frá sær.
Longu á fyrsta tingfundinum leygardagin tók Jaspur Langgaard, sum gjørdist nummar átta á listanum hjá Sambandsflokkinum sæti á tingi. Hetta var tí, at Johan Dahl hevði biðið um farloyvi vegna uttanlandsferð.
Men Jaspur Langgaard fær nú fast sæti á tingi eftir at Bárður á Steig Nielsen er vorðin løgmaður og Kaj Leo Holm Johannessen og Helgi Abrahamsen eru vorðnir landsstýrismenn. Fast sæti fáa eisini Erhard Joensen og Edva Jacobsen, meðan Eyðdis Hartmann Niclasen verður fyrsta eykafólkið hjá sambandslistanum, og sostatt kemur at sita á tingi til Johan Dahl verður aftur.
Hjá Fólkaflokkinum vórðu Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir tilnevnd landsstýrisfólk, og í teirra tingsessir koma nú Heðin Zachariasen, Annika Olsen og Brandur Sandoy.
Øll hesi trý eru borgarstjórar, og skulu í prinsippinum hava loyvi frá teirra kommunustýrum at sleppa at røkja tingstarvið. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, hevur hetta farna tingskeiðið ikki røkt tingarbeiðið meðan hon hevurverið borgarstjóri. Hon hevur fyrr boðað frá, at hon ætlar sær tingsessin, um hon verður vald. Um hon ger tað beinanvegin, er ivasamt. Sigur borgarstjórin í Havn tingsessin fyribils frá sær, so er hvalbingurin Jóhan Eli Lyngvej Poulsen næstur á fólkaflokslistanum.
Miðflokkurin skal hava nýggjan tingmann í staðin fyri formannin, Jenis av Rana, sum nú er landsstýrismaður. Tað verður ungi Steffan Klein Poulsen.
Men Bill Justinussen hevur eisini biðið um farloyvi í sambandi við luttøku á ST-aðalfundinum, so komandi tíðina verða tað Steffan Klein Poulsen og Thordur J. Niclasen, ið manna tingsessirnar hjá Miðflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald