Innanlands

Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins vald av nýggjum

Hedvig Westerlund-Kapnas verður forfólk og Ivan Hentze Niclasen verður næstforfólk

2025-01-20 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett nýggja nevnd fyri Mentanargrunnin fyri komandi fýra árini.

Mentanargrunn Landsins verður stjórnaður av nevnd við fimm limum og fimm varalimum, sum landsstýrisfólkið í mentamálum tilnevnir. Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.

Nevndin situr frá 1. januar 2025 til 31. desember 2028.

Limir í nevndini
Hedvig Westerlund-Kapnas
Ivan Hentze Niclasen
Brynhild Næs Petersen
Kinna Poulsen
Hans Torgarð

Varalimir
Paula Gaard
Dánial Hoydal
Birgir Kruse
Sólvá Svartafoss
Nicolaj Falck

Hedvig Westerlund-Kapnas verður forfólk og Ivan Hentze Niclasen verður næstforfólk.

[object Object]

Á fundi 20. januar 2025 hitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nývaldu nevndina. Landsstýriskvinnan staðfesti, at munandi størri umsiting er flutt til Mentanargrunnin, t.e. at filmsstuðulin er lagdur til grunnin at umsita, umframt nýggju játtanina til framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder