Innanlands

Nevndin í Eysturoyar Fólkafloksfelag aftur sjey limir

Felagið hevði ársaðalfund á Hotel Runavík í gjár – Ein nevndarlimur tók ikki við afturvali, og tvey vórðu nývald í nevndina

Jacob Vestergaard, tingmaður, luttók á fundinum (Mynd: Fólkaflokkurin)

Jacob Vestergaard, tingmaður, luttók á fundinum (Mynd: Fólkaflokkurin)

2022-04-08 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið hevði Eysturoyar Fólkafloksfelag ársaðalfund á Hotel Runavík.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Beinir Johannesen, tingbólkaformaður og Jacob Vestergaard, tingmaður, voru við á fundinum, og greiddi frá politiska arbeiðnum. Hýrurin á fundarfólkinum var góður, og høvdu tey eisini spurningar og ráð til fólkavaldu umboðini í flokkinum.

Korona hevur ávirkað arbeiði hjá nevndini nógv, men ætlar nevndin nú, at gerast meir aktiv við tiltøkum o.ø. komandi tíðina, skrivar Fólkaflokurin í tíðindaskrivi.

[object Object]

Á fundinum stóðu fleiri nevndarlimir fyri afturvali, og nøkur vórðu nývald í nevndina. Seinastu árini hevur nevndin havt seks limir, men nú hevur nevndin aftur sjey limir.

Ein av nevndarlimunum, Mariann Poulsen Garðalíð, ynskti ikki at taka við afturvali, men hinir fimm nevndarlimirnir tóku allir við afturvali.

Nývald í nevndina vóru Katrin Kjartansdóttir, býráðslimur í Eysturkommunu, og Jonhard Danielsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu.

Nevndin í Eysturoyar Fólkafloksfelag hevur skipað seg soleiðis:

  • Jákup Martin Kjeld, formaður
  • Michael Dalbø, næstformaður
  • Aage Arnholdson, kassameistari
  • Eyðun Á Lakjuni, skrivari
  • Arni Rasmussen
  • Katrin Kjartansdóttir
  • Jonhard Danielsen

Limir í floksleiðsluni:

  • Jákup Martin Kjeld
  • Michael Dalbø
  • Eyðun Á Lakjuni, tiltakslimur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder