Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag heldur fram óbroytt.
Tað er greitt eftir aðalfundin hjá felagnum fríggjadagin í farnu viku.
Ein nevndarlimur stóð fyri vali, Dávur Høgnason. Hann tók við afturvali og bleiv eisini afturvaldur.
Hinir í nevndini eru Magnus Magnussen, Petur Frank Joensen, Jens Kristian Haraldssen og Sjúrður Holm.
Á nevndarfundi stutt eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum frammanundan, við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni, skrivar Vinnuhúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald