Innanlands

Nevndin í Havnar Handverksmeistarafelag heldur fram

Torbjørn Hansen og Magnus Magnussen halda fram sum ávikavist formaður og næstformaður

(Savnsmynd: Industry.fo)

(Savnsmynd: Industry.fo)

2024-02-26 19:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nevndin í Havnar Handverksmeistarafelag heldur fram á sama hátt sum árið fyri. Tað er greitt eftir at felagið hevði aðalfund herfyri, skrivar Vinnuhúsið.

Fyri vali stóðu Torbjørn Hansen og Jón Sigurðsson, og báðir blivu afturvaldir. Somuleiðis bleiv Karstin Vang afturvaldur sum tiltakslimur. Afturat honum, situr Sjúrður Jacobæus eisini sum tiltakslimur.

Nevndin heldur fram við Torbjørn Hansen sum formanni og Magnus Magnussen sum næstformanni. Í nevndini sita eisini Pauli Hofgaard, Kartin Lenvig og Jón Sigurdsson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder