Nú fer sokallaða grein 6 nevndin, sum skal taka støðu til, um Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO, til verka.
Hetta hendir, eftir at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í sambandi við ríkisfundin í Keypmannahavn fyrrapartin, undirskrivaðu eina felags áheitan á Hægsta Rætt um formliga at seta nevndina.
Nevndin skal taka støðu til henda stutta spurningin:
Er limaskapur Føroya í egnum navni í World Trade Organization (WTO) sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya?
Tað var í sambandi við ríkisfundin í Aalborg síðsta summar, at løgmaður og danski forsætisráðharrin samdust um søguliga stigið, at spurningurin um føroyskan WTO limaskap skuldi roynast í einari serligari nevnd, sbrt. heimastýrislógini § 6. Hetta varð gjørt eftir, at landsstýrið hevði fingið undirtøku frá einari samdari uttanlandsnevnd.
Hóast heimastýrislógin hevur nærum 80 ár á baki, hevur hendan grein 6 nevndin ongantíð áður verið sett. Tí hevur verið neyðugt at fyrireika gjølla, hvussu nevndin skal setast, og hvussu hon skal virka. Hetta hava Løgmansskrivstovan og Statsministeriet arbeitt við síðani í summar. Semja er nú um hesi viðurskifti, sum eru lýst í felags áheitanini á Hægsta Rætt, sum í dag er undirskrivað.
Føroya landsstýrið og danska stjórnin hava, hvør í sínum lagi, valt tvey umboð í nevndina. Í næstum verður kunngjørt, hvørji umboðini í nevndini eru.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald