Innanlands

Nevningating í næstu viku: 26 ára gamal ákærdur fyri manndráp í 2012

Ein 26 ára gamal maður er ákærdur fyri manndráp tá hann var 18 ára gamal

Í 2013 tá líkið av 16 ára gomlu gentuni varð grivið uppaftur (Mynd: Kvf.fo)

Í 2013 tá líkið av 16 ára gomlu gentuni varð grivið uppaftur (Mynd: Kvf.fo)

2021-05-28 06:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Týsdagin byrjar nevningating í rættarmálinum móti einum 26 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri at hava dripið eina 16 ára gamla gentu í 2012.

Tað veit Kringvarpið.

Gentan, Maria Fuglø Christiansen, varð funnin deyð við byrgingina millum Hvannasund og Norðdepil.

Maðurin er sambært ákæruritinum ákærdur fyri manndráp, tí  hann eftir klokkan 02.32 um náttina 2. november skal hava dripið 16 ára gomlu gentuna, við á ógreiðan hátt at hava tveitt ella skumpað hana á skógv. Hann skal vera farin frá henni, soleiðis at hon druknaði, skrivar kvf.fo.

Rættarlit líksýn var í 2012 og vísti, at gentan var druknað. Líkið varð grivið upp aftur í 2013 í sambandi við eitt annað mál, tá fýra fólk vórðu stungin, men ikki fyrr enn í 2019 varð nú 26 ára gamli maðurin handtikin og avhoyrdur í grundlógaravhoyring.

Maðurin fekk átta ár í fongsul fyri harðskapsmálið í Norðdepli í 2013.

Fimm dagar eru settir av í málinum í næstu viku, og síðst í juni verða aftur rættarfundir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder