
Fyritøkan New Nordic Healthcare ApS afturkallar nú ymisk kostískoyti.
Orsøkin til hetta er, at ov høgt innihald av piperin er í vørunum, og um ov stórar mongdir av piperin verða etnar, kann tað hava við sær hækking í kolesterol, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Vørurnar innihalda millum fýra og 20 mg piperin í hvørjar dagligari viðmældu dosis av kostískoytinum. Í eini váðameting gjørd á DTU Fødevareinstituttet verður víst á, at tað ein heilsuváði við at fáa í seg meira enn 1,75 mg piperin í dagligari dosis.
Vøran er seld í føroyskum handlum og apotekum. Vørurnar verða eisini seldar á ymsum heimasíðum. Tey, sum liggja inni við nøkrum av hesum vørum, eiga at lata tær aftur hagani tær eru keyptar ella at beina tær burtur.
Talan er um hesar vørur:
Active Legs TM
Nettoinnihald: 30 tablettir og 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 10/2023
Nettoinnihald: 120 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 04/2023
Active Liver TM
Nettoinnihald: 30 tablettir og 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 06/2023
Nettoinnihald: 120 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 06/2023
B-energy TM
Nettoinnihald: 180 kapslar
Best fyri: øll dato fram til 04/2022
Deep Breath TM
Nettoinnihald: 30 tablettir og 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 10/2023
Nettoinnihald: 120 tablettir
Best fyri: øll dat fram til 04/2023
Easy Digest TM
Nettoinnihald: 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 08/2022
Free To Move TM
Nettoinnihald: 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 02/2023
Gurkemeje
Nettoinnihald: 30 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 05/2023
Magnesium Malate TM
Nettoinnihald: 90 kapslar
Best fyri: øll dato fram til 09/2022
Nettoinnihald: 270 kapslar
Best fyri: øll dato fram til 02/2023
Multivitamin
Nettoinnihald: 120 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 02/2021
Nail strong TM
Nettoinnihald: 30 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 03/2023
Hair Vol plus Nail Strong TM
Nettoinnihald: 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 09/2022
Prosta Vital TM
Nettoinnihald: 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 04/2023
Seaweed Diet TM
Nettoinnihald: 90 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 08/2022
Skin Care Perfect Tan TM
Nettoinnihald: 60 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 05/2023
Nettoinnihald: 180 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 05/2023
Kosttilskuddet Tranebærpillen
Nettoinnihald: 30 tablettir
Best fyri: øll dato fram til 03/2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald