Uttanlands

New Orleans er uttan streym

Fleiri enn 700.000 borgarar í amerikanska statinum Louisiana eru í løtuni uttan streym orsakað av ódnini Ida, sum rakti statin í gjár – Summi eru í vanda fyri at vera uttan streym í fleiri vikur

New Orleans, Louisiana (Mynd: EPA)

New Orleans, Louisiana (Mynd: EPA)

2021-08-30 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið rakti ódnin Ida amerikanski statin Louisiana, og nakrar tímar seinni fór streymurin í býnum New Orleans.

Orkufelagið Entergy sigur, at øll tey gott 400.000 fólkini, sum búgva í býnum eru uttan streym, og at tann einasti streymurin, sum býurin fær í løtuni er frá generatorum.

Tilsamans hava fleiri enn 7000.000 borgarar í Louisiana mist streymin, og fleiri væntast at missa streymin, tá ódnin flytir seg longur inn yvir statin.

Ódnin Ida kann enda við at gerast tann ógvusligasta, sum hevur rakt statin, síðan 1850ini. Í august 2005 var staturin raktur av ódnini Katrina, sum kravdi yvir 1.800 mannalív.

Tá Ida rakti Louisiana í gjár, var hon ein kategori 4-ódn við einari vinstyrki á 66 m/s, men síðani minkaði hon niður í eina kategori-3 við einari vindstyrki á 53 m/s, og seinni aftur niður í kategori 2, skrivar Ritzau.

Umframt streymslit, hevur ódnin elvt til fleiri oyðileggingar og vatnflóð í Louisiana. Amerikanski forsetin, Joe Biden sigur, at tað kunnu ganga fleiri vikur, áðrenn summi øki fáa streymin aftur orsakað av ódnini.

Louisiana stríðist í løtuni við einari herviligari bylgju av koronusmittu, og uml. 2.450 persónar eru í løtuni innlagdir við koronu í statinum. Sjúkrahúsini vóru frammanundan undir stórum trýsti, men orsakað av ódnini, hava fleiri heilsustarvsfólk verið noydd at steðga arbeiðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder